Apple hevur nú funnið útav, hví battaríini á iPhone tømast óvanliga skjótt á telefonum vi ðnýggju iOS 6.1 stýriskipanini.
Fleiri brúkarar hava gramt seg um, at battaríið á telefonunum heldur ov stutt, tá nýggja stýriskipanin er installerað, og nú sigur Apple seg hava funnið orsøkina. Eina orsøk, sum Apple tekur fulla ábyrgd av.
Orsøkin er eitt lítið brek ein sonevnd bug í skipanini, og ber hendan við sær, at telefonin í heilum pingar mótvegis Microsoft Exchange-beinaranum, um ein slíkur verður nýttur.
Apple lovar, at hetta verður rættað í eini komandi dagføring av stýriskipanini, men einki verður sagt um, nær hendan verður tøk.
Fram til tá verða brúkarar við nýggju stýriskipanini ráddir til at gera álmanakkan á Exchange-kontini óvirknan og síðani tendra hann av nýggjum.
Nýggja iOS 6.1 stýriskipanin kom á marknaðin seinast í januar mánaði.









