Tú svimur í kloakkvatni

Ein skelkandi donsk kanning avdúkaði fyri tveimum vikum síðani, at svimjihyljarnir á Mallorca eru beinleiðis heilsuskaðiligir. Vatnið í 14 av 24 svimjihyljum á hotellum á Mallorca er so skitið, at hyljarnir høvdu verið stongdir umgangandi um okkara leiðir. Líknandi bretsk kanning í januar vísti, at bert tveir útav 80 hyljum sunnanfyri ikki eru heilsuskaðiligir

Í hesum døgum leita føroyingar í stríðum streymi suðureftir til sól og heitari veður. Burtur frá einum mjørkakendum, køldum og vátum summari í Føroyum. Og tá tað gerst ov heitt sunnanfyri, verður ein kaldur drykkur fingin til vega, samstundis sum ferðafólkini svala sær á í klára, azurbláa vatninum á mongu svimjihyljunum á frítíðarhotellunum.

Kloakkvatn
Men danska Ekstrablaðið avdúkaði seinast í juni mánaði, at meirilutin av svimjihyljunum á einum av mest vitjaðu frítíðarparadísunum, Mallorca, eru so skitnir, at vatnið beinleiðis er heilsuskaðiligt, og dagarnar eftir avdúkingarnar var talan um reint kaos millum ferðafólk, ferðaskrivstovur, hotelleigarar, læknar og myndugleikar. Síðani kanningina og avdúkingina hjá Ekstrablaðnum hava greinarnar verið nógvar um skittliga vatnið sunnanfyri.
Kanningin mátaði bakteriunøgd, pH-virði og klorinnihald í hyljgunum á teimum 24 hotellunum á Mallorca, og úrslitið var alt annað enn gott og innbjóðandi fyri tey túsundtals ferðafólk, sum hvørt summar rinda stórar upphæddir at njóta luksushotellini í heitaru hitabeltunum.
Á 14 av 24 svimjihylum á Mallorca var vatnið so skitið, at um somu svimjihylar høvdu verið um okkara leiðir, høvdu teir beinanvegin verið stongdir. Vatnroyndirnar, sum eru kannaðar á Steins Laboratorium, vístu, at bakteriunøgdirnar í svimjihyljunum á Mallorca eru meiri enn 20 ferðir so stórar, sum loyvda markið er í Føroyum og Danmark.
Ekstrablaðið veit at siga, at dálkingin er m.a. frá skarni (afføring), og at talan er um beinleiðis heilsuskaðiligar avleiðingar. Stórtrivnaðurin hjá bakteriunum í hyljunum elvir beinleiðis til eygnabruna, millumoyrabruna, húðsjúkur, diarré og aðrar infektiónir.
Skelkur
Ferðaskrivstovurnar, sum senda okkum niður til skitna vatnið sunnanfyri, taka skelkandi úrslitini í álvara, og fleiri teirra lova nú, at skil skal koma á økið. Ferðafyritøkurnar Star Tour og My Travel nýta hotell á Mallorca til sínar kundar, og tey upplýsa, at broytingar skulu fremjast.
My Travel, sum eigur Spies, Tjæreborg og Ving hevur longu sett størri kanningar í verk at kanna nærri allar svimjihyljarnar á Mallorca. Stjórin í My Travel í Danmark, Bjarne Hornbek, sigur við danskar miðlar, at kanningin er skelkandi, og at álvarsom tiltøk verða nú sett í verk at fáa skitna og heilsuskaðiliga vatnið reinari.
My Travel hevur sent kanningarlið niður á Mallorca, og stjórin í Svøríki, Pia Willars, sigur, at tiltøk nú eru sett í verk á øllum hotellunum á Mallorca, sum My Travel nýtir.
- Øll hotellini skulu nú gera mátingar tvær ferðir um dagin, kanningartólini skulu endurnýggjast, og klorinnihaldið í hyljunum skal økjast, sigur Pia Willars við Ekstrablaðið.
Preben Rudiengaard, lækni og limur í "Folketingets sundhedsudvalg", vil hava ES inn í myndina, og kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, eftirlýsir neyvari eftirlit á vatngóðskuni á hotellunum sunnanfyri.
Læknarnir vita at siga frá, at mong ferðafólk gerast sjúk orsakað av heilsuskaðiligu umstøðunum sunnanfyri, antin á ferðini ella afturkomin til Danmarkar. Læknarnir siga, at skelkandi skittligu svimjihyljarnir sunnanfyri eru beinleiðis orsøkir til, at so mong gerast sjúk á vælumtóktu charterferðunum.

Ikki bert á Mallorca
Men talan er ikki bert um ein trupulleika á Mallorca. Bretska Brúkararáðið, sum hevur til endamáls at verja rættindi brúkarans, gjørdi í januar mánaði í ár líknandi royndir, sum danir nú hava gjørt, men bretska kanningin var størri og umfataði 80 svimjihylar á frítíðaroyggjunum Mallorca og Korfu.
Úrslitið var verri enn tað, danir eru komnir fram til. Bert tveir av heili 80 svimjihyljum vórðu góðkendir, meðan restin av hyljunum ikki lúkaðu neyðugu heilsukrøvini. Hotelleigararnir vórðu í januar mánaði ávaraðir, men nýggja danska kanningin vísir, at støðan enn er alt annað enn nøktandi. Eftir reaktiónir frá donskum myndugleikum úr eyst og vest verður spennandi at fylgja við gongdini í málinum um skitnu svimjihylarnir sunnanfyri, sum gera ferðafólk sjúk.
Kanska er føroyski mjørkin og ein túrur niðan í svimjihøllina í Gundadali hóast alt ikki so galin...