Tað var ein stór løta fyri fyrst og fremst Eik Banka, men eisini fyri føroyska samfelagið sum heild, tá næsti av stóru bankunum í Føroyum varð skrásettur á virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Keypmannahavn.
Hetta hendi klokkan ellivu í morgun, og varð sent beinleiðis á alnótini í bæði útvarpi og sjónvarpi.
Marner Jacobsen, forstjóri, beyð vælkomin og greiddi síðani frá týdninginum, børsskrásetingin fór at hava fyri bankan. At verða skrásettur á virðisbrævamarknaðinum merkir eisini, at fólk fáa kenslu til bankan, og tað merkir aftur, at tey ikki bert koma at kenna sjálvan bankan, men eisini Føroyar sum heild.
Sigurð Poulsen, landsbankastjóri og stjóri á Virðisbrævamarknað Føroya, segði eisini nøkur orð og vísti á tað, sum væntað varð og tað, sum hent er innan partabrævamarknaðin. Meðan ikki so nógvar fyritøkur sum roknað varð við hava skrásett seg á marknaðinum, so umboða tær kortini væl størri virði, enn roknað var við.
Tríggjar fyritøkur eru higartil skrásettar og væntandi verður hin fjórða, Atlantic Airways, skrásett í heyst. Umframt báðar teir stóru bankarnar er eisini Atlantic Petroleum skrásett á virðisbrævamarknaðinum.
Hesar fýra fyritøkurnar hava eitt virði, ið svarar til 70% av BTÚ, og tað er nógv meiri enn tey 30%, sum roknað varð við.
Lívligur handil
Áðrenn skrásetingin fór av bakkastokki klokkan ellivu, undirskrivaðu partarnir formliga samstarvið. Fyri Eik Banka vóru tað forstjórin, Marner Jacobsen, og nevndarformaðurin, Frithleif Olsen, sum førdu pennin, meðan Tórður Friðjónsson frá íslendska partabrævamarknaðinum og Sigurð Poulsen fyri VMF, sum er í samstarvi við íslendingar, skrivaðu undir.
Fyri Virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn skrivaði Carsten Borre undir, og samstundis handaði hann Eik Banka-leiðsluni planka við fýra klokkum á, eins og Føroya Banki fekkk, tá hesin varð skrásettur.
Klokkan snøggliga ellivu byrjaði so handilin við partabrøvum hjá Eik Bannka á íslendska og danska marknaðunum, og fyrstu løtuna var eisini lívligur handil at síggja á tí til endamálið uppsetta skíggjanum.
Fyrstu løtuna vórðu soleiðis handlað um túsund partabrøv um minuttin, og hetta er eisini nakað, ið kendist aftur frá skrásetingini av Føroya Banka á børsinum.
Bæði leiðsla og nevnd eru sannførd um, at skrásetingin av Eik Banka á børsinum fer at koma teimum 11.000 partaeigarunum til góða, eins væl og tað kemur bankanum og samfelagnum sum heild til góða.









