Túsund skip á Fuglafirði í eitt ár

- Hóast 1000 bara er eitt tal, so gevur tað eina kenslu av nøgdsemi, at Fuglafjarðar havn og fyritøkur í Fuglafirði hava megnað at avgreitt øll hesi skip í eitt ár, sigur havnarmeistarin.

Tað er eingin loyna, at havnarmeistarin í Fuglafirði í nøkur ár hevur havt vónir um, at skipatalið í eitt ár fór at koma upp á 1000, og nú vit eru komin nakrar dagar inn í desember, er Rólant Højsted sannførdur um, at hetta ”magiska” tal fer at verða rokkið í ár.

 

- Størsta árið higartil, tá ræður um skipavitjanir, var í 2015, tá vit høvdu 858 skip á Fuglafirði. Við endan av november í ár, var talið komið upp á 974, og nú vit eru komin nakrar dagar inn í desember, er samlaða skipatalið 988.

 

Tað segði Rólant Højsted, havnarmeistari, við In.fo fyri nøkrum døgum siðan.

 

Væntandi er tí, at síðan vit skiftu orð við fryntliga havnarmeistaran, hava longu nøkur skip aftrat verið á Fuglafirði. Uppi í samlaða talinum á 974 skip við endan av november, eru 298 útlendsk skip, sum vóru 198 um somu tíð í fjør.

 

Soleiðis er eisini talið av útlendskum skipum á Fuglafirði økt við 100 fyrstu ellivu mánaðirnar í ár.

 

Tá vit skiftu orð við havnarmeistaran, var framvegis nógv virksemi í Fuglafirði, har nøkur skip koma við svartkjafti og onnur við sild, umframt tey, sum koma at bunkra og eftir fiskavørum, og tí var als eingin ivi í hansara sál um, at Fuglafjarðar havn í ár fer at avgreiða stívliga 1000 skip.

 

Rólant Højsted duldi ikki, at hóast 1000 bara er eitt tal, so gevur tað eina kenslu av nøgdsemi, at Fuglafjarðar havn og fyritøkur í Fuglafirði hava megnað at avgreitt øll hesi skip í eitt ár. Tað hevur verið trupult til tíðir, men havnarmeistarin sigur, at teir, ið eiga og reka skipini, hava eisini verið lagaligir at fingist við.

 

In.fo kann leggja aftrat, at uppi í teimum 988 skipunum, sum eru komin og farin av Fuglafirði higartil í ár, eru ikki útróðrarbátar, men bara størri skip, heimahoyrandi og ikki heimahoyrandi í Fuglafirði.