Nógv bendir á, at eisini túsund ára gamal tónleikur er viðkomandi í 2020.
Fyri samar er tað joikur, meðan fyri føroyingar eru tað kvæðini og kingossangur. Konsertin hjá Niels Midjord og Marja Mortensson er ein partur av Norðurlendskum samarbeið,i skipað undir PULS-verkætlanini. Talan er um siðbundnan føroyskan og samiskan tónleik í Spaniastovu leygarkvøldið.
Marja Mortensson
Marja Mortensson er ungur samiskur joikari og sangari úr Svahken Sïjte í Noregi. Tónleikur hennara er sterkt rótfestur í suðursamiskari mentan og drivin av stríðnum fyri at verja hótta suðursamiska málið. Marja hevur granskað gamlar upptøkur, og hevur á tann hátt lært seg gomlu siðbundnu joikini hjá sínum forfedrum. Hesi hevur hon sett í eitt vakurt ljóðlandslag, har rúnarbindandi rødd hennara verður stuðlað av Daniel Herskedal á tuba og Jakop Jannssøn á slagverki. Framførslurnar hjá teimum sigast at vísa eina djúpa fatan av søguni handan tónleikin og týdninginum, hann hevur fyri suðursamiska fólkið.
Marja Mortensson hevur 3 útgávur á baki Aarehgijre / Early Spring 2017, Mojhtestasse/ Cultural Heirlooms, 2018 og Lååje / Dawn, 2019. Fyri Mojhtestasse vann hon Spillemansprisen 2018, og var somuleiðis innstilla Norðurlendsku Tónleikaviðurslønina í 2018.
Niels Midjord
Niels Midjord er bæði nærlagdur og egin í sínum arbeiði við tónleiki og framførslum. Frá pallinum kenna vit hann sum ein fjølbroyttan tónleikara, sum fevnir frá skemtiligum vísum, Kingosangi, tulkingum av Leonard Cohen og Alf Prøysen. Í øllum hesum er eyðsæð, at Niels er hugtikin av arbeiðnum hjá Mariannu Clausen við kvæðaløgum, sálmaløgum, vísiløgum og skjaldrum. Hetta kemur at hoyrast aftur á konsertunum í Spaniastovu 8.februar kl 21.