Túsund míl - milliónir smíl

Hvørt ár verða 7-8 milliónir skógvaeskjur við gávum sendar til líðandi og fátøk børn úti í heimi. Seinastu árini eru tilsamans 73 milliónir skógvaeskjur savnaðar inn og latnar víðari til treingjandi børn ígjøgnum tiltakið Operation Christmas Child.

Vit í Føroyum fara aftur í ár at innsavna skógvaeskjur. Seinastu árini hava vit sent 3.000 skógvaeskjur um árið til Rumenia, Serbia og Kyrgistan. Í ár verða eskjurnar væntandi latnar til børn í Rumenia.


At lata jólagávur bjargar ikki heiminum, men øll kunnu gera mun í einum barnahjarta við at lata eina jólagávu. Tað skapar gleði og vón hjá børnum, sum vanliga einki fáa, at fáa eina jólagávu treytaleyst. Vit sum hava so nógv, kunnu geva til tey, sum ikki hava so nógv.


Øll sum vilja geva eina jólagávu, byrja við at fáa fatur á eini skógvaeskju og taka støðu til, um eskjan skal verða til gentu ella drong og hvønn aldur barnið skal hava. Síðani kunnu óbrúktir lutir koyrast í t.d. leikur, skúlaútgerð, lutir innan heilsurøkt, góðgæti og annað. Bræv kann eisini leggjast í, og so kann tað verða, at ein frættir aftur. Reglur eru fyri, hvat ein kann koyra í eina skógvaeskju, sum nærri eru lýstar í faldara, sum liggur á www.livdin.fo og á www.samaritanspurse.org. Felagsskapurin Samaritans Purse ger stórt hjálpararbeiði kring allan heim, harav jólagávuverkætlanin er eitt av teimum mongu átøkunum.


Vegna Christmas Child-tiltakið í Føroyum: Durita Djurholm tel. 230833 / 316099, Beinta Áargarð tel. 512655 / 312655 og Gunnvá Áargarð tel. 584496 / 312655.