Túsund børn á summarlegur í Nesvík

Fyrstu summarlegurnar hjá Heimamissiónini eru nú byrjaðar. Í alt verða 10 legur og væntandi fara væl yvir túsund børn, juniorar, ung og vaksin á legu í summar, skrivar Trúboðin.

Væl av tekningum eru eisini komið til familjuleguna, ið verður beint eftir ólavsøku. Sum nakað nýtt á legunum í ár, kunnu bæði børn og vaksin stuttleika sær á nýggjari hoppipútu, sum nú er komin í Nesvík. Høvi verður eisini at spæla nøkur nýggj spøl, tí nú er bæði flogbóltsnet, kurvabólt, tennisútgerð og annað komið til leguhúsið.