Kamarkórið Tarira, undir leiðslu av Sunleif Rasmussen, skipar nú fyri eini øðrvísi kórkonsert, har áhoyrarin fær høvi at seta sín dám á konsertskránna.
Konsertin verður á gomlu sementfabrikkini hjá Østrøm mikukvøldið klokkan 19.30.
Helvtin av konsertini verður tó sum konsertir flest, har kórið syngur burtur úr skránni, sum er gjørd til konsertferðina til Onglands í døgunum 13. 21. oktober.
Men hin helvtin verður skipað sum eitt slag av uppboði, har áhoyrarafjøldin fær møguleika at bjóða uppá eina røð av sangum; tveir sangir kappast um at fáa flest stemmur og tann sangurin, ið fær flestar stemmir og harvið krónur, verður síðani framførdur.
Tað verður eingin mætari enn gamli, mælski løgtingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, sum fer at leggja lag á.