Jógvan Skorheim, Varaborgarstjóri, Formaður í Mentanarnevndini
--------------
Hóast endaliga niðurstøðan, viðvíkjandi samanlegging av fólkaskúlunum í Klaksvík, er ímóti mínari sannføring, so vóni eg virkuliga, at skúlaungdómur okkara trívist og mennist og verður við til at fáa Klaksvíkina at vaksa
Á seinasta býráðsfundi varð nógv umrødda málið viðvíkjandi samanlegging av fólkaskúlunum í Klaksvík á skránni. Sum flestum kunnugt, var meiriluti fyri at haldast skuldi áfram við tveimum leiðslum. Saman við trimum øðrum býráðslimum gjørdi eg av at leggja fram broytingaruppskot, ið skuldi tryggja eina leiðslu frá skúlaárbyrjan í 2012.
Orsøkin til mína støðutakan
Seinastu árini hava skúlarnir í Klaksvík tikið millum tríggjar og fýra flokkar inn á hvørjum ári. Roknast kann við, at vit í framtíðini fara at innskriva tríggjar flokkar um árið, av tí at gongdin í føðitølinum vísir seg at vera lækkandi. Mentamálaráðið hevur alment gjørt Klaksvíkar Kommunu greitt, at í framtíðini verða færri tímar játtaðir til fólkaskúlan. Eisini verður frymilin broyttur, soleiðis at tímarnir ikki longur verða givnir til flokkar og næmingar, men heldur beinleiðis til næmingar. Hetta fer at bera við sær, at færri tímar verða til hvønn flokk. Tað er ein sannroynd, at fíggjarstøðan hjá landinum ikki er góð, og Mentamálaðráðið hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at meiri pengar eru ikki til at reka skúlar fyri. Tí er spurningurin; Ynskja vit at gagnnýta tillutaðu tímarnir á besta hátt ella ikki? Sjálvandi skulu vit tað.
Fyrimunir við samanlegging
Eisini hava fleiri fólk verið bangin fyri, at vit fáa flokkar við 60 næmingum, men hetta verður ikki veruleikin. Lógin sigur, at vit ikki kunnu hava fleiri enn 27 næmingar í hvørjum klassa. So kunnu vit sjálvandi kjakast um 27 er eitt ov stórt tal, men hetta er ikki nakað í kommunan hevur ávirkan á.
Ført hevur eisini verið fram, at við einari leiðslu verður skúlin alt ov stórur. Hetta er heldur ikki eitt argument. Sjálvt um vit “bara” skuldu havt ein skúlastjóra í Klaksvík, kundu vit hóast alt deilt skúlan upp í tríggjar eindir við til dømis innskúling, miðskúling og útskúling. Her kundi bygnaðurin verði ein skúlastjóri og tríggir varaleiðarar, ið hvør tók sær av hvørjari deild. Tó liggur tað ikki hjá mær sum kommunupolitikara at taka avgerð um, hvussu skúlin skipar seg innanhýsis, men hjá leiðsluni. Við hesari loysnini, kundi skúlin framhaldandi virkað sum ein lítil skúli í einari størri eind. Fyrimunirnir við at verða partur av einari størri eind eru fleiri. Til dømis kann nevnast størri valmøguleikar, størri møguleikar at fáa væl egnaðar lærarar til ymisku lærugreinarnar, betri serhølir og betri serundirvísing við meira. Bæði ovari og niðari skúli hava í dag sera dugnaligar lærarar. Tað er nú einaferð so, at oftast eru lærarar best til ávísar lærugreinar, men teir verða noyddur at taka onnur minni áhugaverdar lærugreinar, ið teir møguliga ikki duga eins væl, fyri at fáa tímaætlanina at ganga upp og fáa neyðugu tímarnar. Við einari leiðslu, kundi hesir lærararar í mesta mun hildið seg til at gjørt tað, teir eru best til og hava størst áhuga fyri.
Bróta burtur úr nýggjum
Sum yngsti politikarin í Klaksvíkar Kommunu, eri eg helst tann, sum best minnist aftur á fólkaskúlatíðina. Skilnaðurin millum skúlarnar báðar hevur verið alt ov stórur. Eg minnist einki, ið vit høvdu til felags ella kundi vera felags um. Kanska hetta er broytt nakað við árinum, men tó er langt á mál. Tað kann heldur ikki vera rætt, at bara tí ein av tilvild býr á einari síðu, so skal ein innskrivast í einum ávísum skúla. Loysnin eigur at vera meiri rættvís, og við einari felags leiðslu, høvdu øll børn í Klaksvík fingið sama skúlatilboð í framtíðini.
Nú er so endaliga niðurstøðan tikin í hesum máli, og fara skúlarnir í framtíðini at arbeiða undir tveimum leiðslum. Tá hetta er niðurstøðan, sum eg og vit øll onnur mugu fyrihalda okkum til, so er tað av stórum týdningi at ein nýggjur “Ziskatrøðskúli” verður bygdur Undri Fossum, soleiðis at lærarar og næmingar fáa frið í tíðini meðan skúlin verður bygdur, at kjakið um at leggja skúlarnar saman ikki forðar byggingini ella framtíðarætlanum og at vit í framtíðini kunnu gera gamla Ziskatrøðskúla um til eitt næmingaheim.
Á býráðsfundinum týsdagin, vísti eg eisini á, at vit hava ein gyltan møguleika at bróta upp úr nýggjum og velja eina nýggja framtíð. Vit vita hvussu skúlin hevur verið við tveimum leiðslum, og gera vit tað sama, ja, so fáa vit eisini tað sama. Valdu vit harafturímóti, at broyta bygnaðin, høvdu vit størri møguleika fyri at framtíðin broyttist tilsvarandi.
Framhaldandi haldi eg, at neyðugt verður at bróta burtur úr nýggjum á fókaskúlaøkinum í Klaksvíkar kommunu, og tí fari eg at arbeiða fyri.