Súsanna Dam
Mikukvøldið/hósdagin 10/11 august hevur Høgni Hoydal grein í Dimmalætting og Sosialinum, har hann sendir stóra tøkk til Edmund Joensen. Mær tykir, at allir føroyingar eiga at lesa greinina, tí hetta er kjarnin í øllum frælsisstríði hansara, og slíka mergjaða áskoðan unnast okkum sjáldan at fáa lut í. Her hevur einki minni enn ein rættur statsmaður ført pennin.
Síðani loyvi eg mær at siga, at tað er alt ov vánaligt at pressan ikki varpar ljós á tílík úrmælisavrik, sum áttu, at fingið okkum øll til at steðga á eina løtu og kanska gjørt upp við okkum sjálvi, antin hetta er framtíðin, ella???