Cristiano Ronaldo spælir so at siga ongantíð í bert svørtum gaggum. Hann vil hava litir á sínum gaggum, og tað snýr seg um meiri enn bert útsjónd.
Varaforsetin í Nike sigur í einari samrøðu, at tað er ein einføld orsøk til, at Ronaldo vil hava litir á sínum gaggum.
- Spælarar hava sín yndislit, og tað er vísindaliga prógvað, at litir á skóm kunnu skapa eina kemiska reaktión í heilanum á spælarunum. Tá ið tú hevur tað gott, spælir tú betri. Ronaldo dámar ikki svartar gaggur, tí hann heldur, at tær fáa hann at síggja seinan út, og hann vil kenna seg skjótan, sigur Max Balu við heimasíðuna goal.com.
Seinast, Ronaldo var á vølli, spældi hann í einum lime-grønum gaggum.