Tað er nú greitt, at týsmorgunin fara limir í Pedagogfelagnum í verkfall. Tað er greitt eftir at semingsroyndin í samráðingunum við Fíggjarmálaráðið, slitnaði í kvøld. Tað skrivaðu vit um fyri eini løtu síðani.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at sostatt er ongin semja og ongin sáttmáli, og avleiðingin av tí er, at limir í felagnum leggja arbeiðið niður.
Og tað verður frá týsmorgunin klokkan sjey, at verkfall verður. Formaðurin sigur, at í fyrstu atløgu verða tað bara leiðarar og varaleiðarar, sum fara í verkfall. Tey eru eini 150 fólk í tali á stovnum hjá bæði Landi og Kommunum.
Orsøkin til at tey fara í verkfall fyrst, er tað tað, sum Fíggjarmálaráðið hevur ført fram í samráðingunum, sigur hann. Men hann vil ikki útgreina tað.
At leiðarar og varaleiðarar fara í verkfall, merkir, at ongar leiðsluavgerðir fara at verða tiknar. Tað merkir, at nógv viðurskifti, heilt frá at keypa vørur og tænastur, sum leiðslan hevur havt um hendi, til samskifti við foreldur, ikki verður gjørt.
– Pedagogar fara ikki at taka tær avgerðir, sum leiðslan plaga at taka, so á onkrum stovnum kann tað eisini forða fyri, at mjólk og blæur verða keyptar. Tað verður heldur ongin fíggjarstýring á stovnunum, og avgerðir í samband við børn við serligum tørvi, verða heldur ikki tiknar.
Jógvan Philbrow væntar, at tað verður avmarkað, hvussu leingi stovnarnir kunnu virka undir hesum umstøðum. Men tey fara alla tíðina at fylgja við, og verður neyðugt at víðka verkfallið til at umfata fleiri pedagogar, verður tað gjørt.
Formaðurin sigur, at tað er langt ímillum partarnar. At báðir partar vraka eitt semingsuppskot, er óvanligt, og sigur eitt sindur um hvussu langt er ímillum, sigur hann.
Hann sigur, at høvuðskravið frá Pedagogfelagnum er, at teir skulu hava eina løn, sum kann javnmetast við lønina, aðrir bólkar við útbúgvingum, sum kunnu javnmetast við pedagogarnar, fáa. Men tað ynskið hevur ikki vunnið frama, og tí er sáttmálaloysi og verkfall.