Tí sleppur Sané ikki við til HM

Joachim Löw greiðir nú frá hví hann hevur vrakað Manchester City-leikaran.

Manchester City-leikarin, Leroy Sané, sleppur ikki við til HM-endaspælið í summar. Tað er greitt nú týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, hevur úttikið endaliga hópin hjá Týsklandi, har Bernd Leno, Jonathan Tah og Nils Petersen eisini vórðu sáldaðir frá.


Joachim Löw segði í sambandi við úttøkuna, at tað var tøtt kapping hjá Sané um at sleppa við, men at Týskland er væl fyri júst har sum hann spælir.


- Vit eru væl mannaðir á vonginum við Thomas Müller og Marco Reus umframt Julian Draxler, sum spældi væl í Confederations Cup og hevur víst stór framstig. Harnæst var tætt ímillum Leroy Sané og Julian Brandt, sigur Löw við Kicker.


- Julian var við til Confederations Cup og gjørdi tað gott. Hann hevur eisini gjørt tað gott hesa venjingarleguna. Leroy Sané er óivað eitt stórt talent, og hann kemur heilt víst eisini at vera við aftur í septembur, segði Joachim Löw.


Í HM, sum byrjar 14. juni, er Týskland í bólki saman við Meksiko, Svøríki og Suðurkorea.