Tað er ein ávís orsøk til at samkyndir menn ikki sleppa at geva blóð. Men tað verður kanska broytt í næstu framtíð, tí nú er spurningurin tikin upp um at broyta lógina.
Sosatt er tað væl hugsandi, at eisini samkyndir menn sleppa at geva blóð í næstu framtíð undir ávísum treytum, sigur Joan Petersen, deildarbioanalytikari í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum.
Hon leggur dent á, at í Føroyum fylgja vit donsku blóðveitingarlógini og trygdarmannagongdum hjá ES. Og hon leggur eisini dent á, at lógin er gjørd fyri trygdina og ikki fyri at gera mun ávísum samfelagsbólkum. Og í løtuni eru reglurnar tær, at samkyndir menn sleppa ikki at geva blóð. Men tað hevur einki við tað at gera, at ein samfelagsbólkur skal útihýsast, sigur Joan Petersen.
Hon sigur, at tað er eina og aleina ein spurningur um sjúklingatrygd, tí tað reingist ikki, at samkyndir menn eru í størri vanda fyri at fáa HIV, enn onnur eru tað.
Kortini vísir hon á, at samkyndir menn eru ikki teir einast, sum ikki kunnu geva blóð. Fólk, sum hava eitt kynslív, har tey eru í vanda fyri smittu, sleppa heldur ikki at geva blóð. Tað sleppa fólk, sum ferðast, ella arbeiða, í ávísum londum heldur ikki, fyri at nevna tvey dømi.
– Tá ið fólk geva blóð, verður nógv hugsa um at byrgja fyri smittu, og tað kann vera ein av orsøkunum til, at summi ikki kunnu geva blóð, sigur Joan Petersen.
Men ein broyting verður kanska í næstum, tí nú er spurningurin um at broyta lógina eisini tikin upp í Danmark.
Í hesum sambandi verður tosað um at linka reglurnar fyri samkyndar menn, soleiðis at eisini teir kunnu verða blóðgevarar. Tað er í ásannini av, at samkyndir menn hava akkurát líka vart, ella óvart kynslív, sum øll onnur.
Tað eru fleiri lond, sum hava broytt lógina, soleiðis at samkyndir menn kunnu vera blóðgevarar, men í onkrum landi eru teir settir í karantenu í eitt ár, frá tí at teir hava verið við einum øðrum manni, til teir kunnu geva blóð.
Les eisini: Samkyndir menn skulu sleppa at geva blóð
Joan Petersen sigur, at væntandi semjast tey um eitt tilmæli seinni í ár, men so er væntandi at tað ganga nakrir mánaðir, til heilsumyndugleikarnir hava viðgjørt tilmælið og eru komnir til eina niðurstøðu.
Hon hevur onga meting av, hvat úrslitið verður. Men hon sigur, at talan er um at broyta ta lívslongu karantenuna hjá samkyndum monnum til eina tíðaravmarkaða karantenu. Og tær reglurnar, sum verða settar í gildið í Danmark, verða so eisini í gildið í Føroyum, leggur hon afturat.