Týskur venjarainstruktørur gevur kvinnufinaluni gott ummæli

Týski hondbólts-venjarainstruktørurin, Helmut Martin hevur seinastu dagarnar havt eitt stórt tal av ungdómsvenjarum, ítróttarlærarum og pedagogum á venjaraskeiði. Á skeiðnum hava luttakararnir lært nógv nýtt um hættir at venja hondbólt saman við yngri børnum. Helmut Martin hevur verið víða kring heimin, sum venjarainstruktørur, og hann letur væl at hallarviðurskiftunum í Føroyum, sum hann metir verða betri, enn tær umstøðurnar hann kennir úr Týsklandi.

 

Helmut Martin gav sær tíð at síggja tær báður fyrstu FM-finalurnar. Mikukvøldið sá hann H71-KÍF, menn í Hoyvíkshøllini, og hóskvøldið sá hann Neistin-Kyndil, kvinnur í høllini á Hálsi.

 

Helmut Martin hevur góð orð at bera kvinnufinaluni, og somuleiðis góð orð at bera neistakvinnum og kyndilskvinnum, sum hann, tá talan er um støðið sammetir við týsku 2. deild. Hann var eisini sera væl nøgdur við dømingina í kvinnufinaluni.

 

Helmut Martin hevur minni góð orð at bera mansfinaluni, sum hann heldur varð alt ov harðliga spæld, og hann heldur eisini, at dómararnir loyvdu alt ov nógvum harðligum spæli, sum ikki hevði verið loyvt í Týsklandi. Støðið á mansdystinum varð ikki betur, enn tað sum svarar til týsku 5. deild. Tó hevði Helmut Martin góð orð at bera venjarunum hjá H71 og KÍF, sum hann helt dugdu væl at halda høvdið kalt.

 

Helmut Martin heldur, at stemningurin til báðar finalurnar var reinur heimsklassi.

 

Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Jón Kragesteen og Claus Rasmussen um venjaraskeiðið hjá Helmut Martin, umframt eina samrøðu við Helmut sjálvan.