Tað hevur leingi verið greitt, at Christoph Metzelder ikki fór at leingja sáttmála sín við Dortmund. Og sum gitingar hava verið um seinastu tíðina, fer týski landsliðsverjuleikarin til spanska Real Madrid. Hetta váttaði venjarin hjá Dortmund, Thomas Doll, fyri týskum sjónvarpi í leygardagin. 26 ára gamli Christoph Metzelder hevur leikt í Dortmund síðan 2000, har hann frá lítla týska felagnum, Preussen Münster.