Meðan vit føroyingar bretta okkum á og stórliga fegnast um úrslitið hjá okkara landsliði mikukvøldið í Hannover, ber til at ímynda sær bæði ein og annan týskara, ið gongur boygdur og ikki sørt foyur.
Og serliga tann eina man vera lítið um: Karl-Heinz Rummenigge, sum er forseti í týska stórfelagnum Bayern München, og sum undan dystinum mikukvøldið var so avgjørdur, at tað ikki kann annað enn kosta honum nógv at eta orðini í seg aftur.
Fleiri av týsku spælarunum, eins og venjarin Rudi Völler, vóru heldur varnir í tí, teir søgdu undan dystinum, men tað kann ikki sigast um Rummenigge, ið setti fulla ferð á, tá hann týsdagin gjørdi støðuna upp:
? Vit eiga at skora í minsta lagi sjey ella átta mál móti Føroyum, tí smátjóðirnar hoyra als ikki heima í undankappingunum saman við teimum stóru, segði hann.
? Sum undankappingarnar eru nú, er eingin spenningur eftir. Um vit bara taka henda dystin móti Føroyum sum dømi, sum er hann sum eitt bein uttan kjøt.
Og so helt Karl-Heinz Rummenigge fram við at spyrja, hvat skuldi verið í vegin við undan-undankappingardystum millum eitt nú Føroyar og San Marino.
? Soleiðis verður jú eisini gjørt í Champions League og øllum stórum kappingum, staðfesti Bayern München-forsetin.
Nei, neyvan er hann eins bragdligur nú, sum hann var undan dystinum. Spell, tí tey flestu munnu minnast hann sum ein góðan spælara, ið plagdi at hava virðing fyri mótstøðumonnunum ? og høvdið við sær.










