Walter Schneider, týski hermaðurin frá seinna heimsbardaga, ið gjørdist føroyingur.(Undir hertænastu síni í Danmark 1944-45 hitti Walter eina unga føroyska gentu, ið gjørdist kona hansara. Tey búsettust í Føroyum í 1949.
84 ára gamli Walter greiðir í sendingini frá barnaárum og uppvøkstri í Týsklandi, krígsárunum og lívi sínum til dagin í dag. Sendingin verður send leygardagin 8. apríl kl 13 á Rás 2. Svenning av Lofti leggur til rættis.









