Tvey umboð fyri týska felagsskapin, Wal und Delfinschultz Forum, sum hava verið í Føroyum í august, siga, at tey hava verið á føroyskum víkum og lagt eitt slag av sendarum, sum skal halda grindahvalinum burtur. Sambært tíðindaskrivi frá felagsskapinum, so geva hesir sendararnir somu ljóð frá sær, sum so nevndir ?killer whales? gera, eitt nú ljóð frá mastrahvalum. Tað hevur við sær, at grindahvalir nærkast ikki Føroyum.
Felagsskapurin vísir á, at síðan í juni hava 700 hval lagt beinini í føroyskum hvalvágum, men síðan umboðini vóru her tíðliga í august hevur eingin grind lagt beinini. Og tað er teirra ábyrgd, sigur felagsskapurin.
Tað er hinvegin ikki rætt, tí føroyingar hava dripið nógv í august. So seint sum í gjár var ein grind í Lambavík, men hon slapp.
Rás2 hevur í morgun roynt at ringt runt fyri at fáa nærri viðmerkingar um málið, men eingin dugir at siga, um slík tól eru í føroyskum sjógvi.










