Í vikuskiftinum kunngjørdi evropeiska fótbóltssamgongan hvørjir dómararnir verða til Champions League og Europa League finalurnar.
Tað verður royndi 41 ára gamli týski dómarin, Felix Brych, ið verður dómari til Champions League finaluna millum Juventus og Real Madrid, sum verður spæld á Millenium leikvøllinum í Cardiff í Wales, leygarkvøldið 3. juni. Mark Borch og Stefan Lupp verða hjálpardómarar til dystin.
Felix Brych byrjaði at døma í týsku bundesliguni í 2004, og hann gjørdist FIFA-dómari í 2007. Í 2014 dømdi Felix Brych Europa League finaluna millum Sevilla og Benfica.
Slovenski dómarin, Damir Skomina kemur at døma Europa League finaluna millum Ajax Amsterdam og Manchester United, sum verður spæld á Friends leikvøllinum í Stokkhólmi í Svøríki, mikukvøldið 24. mai. Damir Skomina er 40 ára gamal, og hevur verið FIFA-dómari síðani 2003.