Týsku kvinnurnar vunnu HM-gull

Sunnudagin eydnaðist týsku fótbóltskvinnunum at vinna gull í heimsmeistarakappingin, sum hevur verið á skránni síðstu vikurnar.

Í finaluni møttust tey bæði sterkastu liðini í kappingini, Týskland og Brasilia, og úrslitið gjørdist, at Týskland vann dystin 2-0. Birgit Prinz, sum verður mett at vera heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari, legði Týskland á odda undan steðginum, og stutt fyri leiklok økti Simone Laudehr til 2-0. Leggjast kann afturat, at stóra stjørnan í HM, brasilska Marta, brendi eitt brotsspark miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá støðan var 1-1.