Týsku fjølmiðlarnir hita upp til Teitur útgávuna

Teitur umboðar sítt friðarliga ættarlið við lagnum Louie Louie, skrivar týskur ummælari, ið lovprísar føroyska sangaranum.

 

Eins og føroysku og donsku fjølmiðlarnir gjørdu, tá Stay Under The Stars hjá Teiti kom út í hesum londum, eru týsku miðlarnir nú farnir undir at lovprísa fløguni. Týska heimasíðan promoshow.de hevur fingið hendur á stakfløguni til Louie Louie, ið umframt Louie Louie hevur løgini I Run The Carousel og Thief About To Break In. Í ummæli av fløguni eru lovorðini stór.
M.a. skrivar ummælarin, at hóast langt er úr Føroyum til New Orleans, bæði landafrøðiliga, mentanarliga og klimatiskt, so krevur tað einans ein listamann við eini visión fyri at støðini tykjast undurfult nær.
Hesin listamaður eitur Teitur og sangurin eitur Louie Louie. Síðan greiðir ummælarin frá um Teit og um upprunan til sangin Louie Louie, ið er ein áheitan á Louie Armstrong um at koma aftur og bjarga okkum við tónleiki. Áðrenn hann endar við at hugleiða um regluna í Louie Louie: "Please come back to the quiet generation, we don't have any representation", og spyr um Teitur ikki júst við hesum lagnum og fløguni Stay Under The Stars umboðar sítt friðarliga ættarlið.
Teitur var í farnu viku í Týsklandi og gjørdi samrøður við nógvar týskar fjølmiðlar í sambandi við útgávuna av Stay Under The Stars, sum kemur út har 17. september, so hetta er ivaleyst ikki síðsta grein um føroyska sangarin og sangskrivaran í týskum miðlum.