Favoritturin til EM-meistaraheitið verður funnin hóskvøldið, tá ið stórveldini Frakland og Týskland bresta saman í hálvfinalu í Marseille. Í hinari hálvfinaluni hittast Portugal og Wales, og tí er onki at siga til, at Frakland og Týskland eru favorittar at vinna EM 2016.
Í gjárkvøldi hevði Frakland bert tveir mans í leikbansvanda - Arsenal-leikararnir Laurent Koscielny og Olivier Giroud. Báðir hesir blivu skiftir út í nóg góðari tíð, so báðir hesir eru klárir til brakið hóskvøldið. Afturat hesum er franska liðið fullmannað til hálvfinaluna.
Men standurin er ikki eins góður í týsku leguni. Leygarkvøldið fóru bæði Sami Khedira og Mario Gomez út við skaða, og hvørgin teirra verður við á týska liðnum hóskvøldið.
Á heimasíðuni hjá týska fótbóltssambandinum váttar Joachim Löw, týskur landsliðsvenjari, at bæði Sami Khedira og Mario Gomez eru ov skaddir at luttaka í hálvfinaluni. Mario Gomez væntast ikki at luttaka aftur í kappingini, meðan týskarar enn vóna, at Khedira verður við í einari møguligari finalu.
Harafturat hevur Mats Hummels leikbann hóskvøldið orsakað av ov nógvum gulum kortum. At enda verður sagt, at Bastian Schweinsteiger er ivasamur til hálvfinalubrakið, ið byrjar hóskvøldið klokkan 20.