Týskt flogfar mátti neyðlenda

Eitt týskt ferðamannaflogfar noyddist at neyðkenda í Stuttgart í dag, tí lendingarhjólini vildu ikki fara niður. 73 fólk vóru í flogfarinum, sum var farið á flog úr Berlin. Eitt ferðafólk og ein flogterna fingu skaða undir neyðlendingini, og fleiri fólk skelkað, skrivar týska tíðindastovan DPA.

Millum ferðafólkini var tann 69 ára gamli formaðurin í sosialdemokratiska flokkium SPD, Franz Münterfering, og hann var týðiliga skelkaður av hendingini.

-Hetta var sera, sera álvarssamt. Vit sveimaðu leingi, áðrenn flogskiparin royndi at seta flogfarið, og so endaði tað við einari neyðlending, segði SPD-formaðurin við tíðindafólk.

Flogfarið var av slagnum Fokker 100, og felagið Contact Air eigur tað.