Týskt-føroyskt samstarv

Summar Festivalurin bjóð­ar komandi vikuskiftið fram­­førslu við við einari týsk­­ari og einari føroyskari song­­kvinnu.

Onnur er úr Stuttgart, hin er úr Klaksvík, men á Summ­­ar Festivalinum ber til at hoyra tær framføra sam­­an.

Asta Højgaard, sum er kend­­ur úr Faroe5, og eisini hev­­ur sungið í bólkinum Quart­er To Three, hevur búð eina tíð í Týsklandi, og tað var har, hon hitti 27 ára gomlu Lisu Kaisinger, sum um­framt at syngja eisini spæl­ir gittar og klaver.

Tær báðar fóru veruliga á bylgju­longd tónleikaliga og hava arbeitt nógv saman um tón­leik seinastu tíðina. Tær hava havt onkrar fram­førslur í Týsklandi, og nú ber til at uppliva tær á før­oysk­um palli fyri fyrstu ferð.

Tað verður fríggja­kvøld­ið kl. 19.00, at tær hava fram­­førslu á Torginum.