Meðan fleiri av hinum smáu tjóðunum í Europa í kvøld hava megnað heiðurlig tap móti stórum fótbóltstjóðum, so hilnaðist tað í kvøld illa hjá San Marino, sum hevði vitjan av Týsklandi. Týskararnir vóru eirindarleysir, og teir vunnu 13-0, eftir at tað í steðginum hevði staðið 6-0. Í metstóra sigrinum skoraði Lukas Podolski fýra mál, Bastian Schweinsteiger, Miroslav Klose og Thomas Hitzlsperger skoraðu tvær ferðir í part, og hini málini skoraðu Michael Ballack, Arne Friedrich og Bernd Schneider.
Í undankappingum til EM og HM í Europa var talan um metstóran sigur. Metið frammanundan átti Týskland eisini. Undan HM endaspælinum, sum var í Meksiko í 1970, vann Týskland undankappingardyst móti Kypros 12-0.Í sama bólki var Kekkia á útivølli móti grannunum í Slovakia, og har var eingin ivi. Tá ið 21 minuttir vóru farnir, hevði Libor Sionko skorað tvær ferðir fyri Kekkia, og í 57. minutti staðfesti Jan Koller, sum er komin fyri seg aftur eftir skaðan, sum oyðilegði HM endaspælið fyri hann, 3-0 sigurin.