Týskland ætlar at innføra hert eftirlit

Týski innlendismálaráðharrin, Thomas de Maiziere, er komin í andglettin við sínum nýggjastu ætlanum

Í eini roynd at fáa fatur í møguligum yvirgangsfólki áðrenn tey fáa framt sína gerð, hevur hann ætlanir um at fremja nógvar broytingar í lógum landsins.

 

Millum annað vil hann seta í verk eina skjótari viðgerð í samband við útvísing av fólki, umfatandi nýtslu av sjónbanda eftirliti, bann ímóti at nýta burka í almenna rúminum og at finna fíggjarkeldur til radikalar moskur og fáa steðga teimum.

 

Harumframt er ætlanin at kanna um tað er møguligt at forða fyri dupultum borgaraskapi, umframt at læknar skulu hava møguleika at bróta sína tagnaðarskyldu, um teir síggja eitthvørt, ið kann hava áhuga fyri løgregluna.

 

Broytingarnar koma í kjalarvørrinum av mongu álopunum og ófriðinum, ið hevur verið í Evropa seinastu tíðina.

 

Løgreglan tekur undir við broytingunum, ið teir meta kann betur fremja teirra arbeiði. Næstovastin í fregnartænastuni í Bayern, Manfred Hauser, sigur, at vandin fyri yvirgangi á týskari jørð er sera høgur og atlit mugu takast til tað.

 

Hinvegin er leiðarin í týska medisinska felagsskapinum, Frank Ulrich Montgomery, ikki glaður fyri møguligu broytingarnar. – Tagnaðarskyldan verjir sjúklingin og er ein grundleggjandi rættur í grundlógini. Spenta støðan eigur ikki at fáa okkum at taka avgerðir í skundi.

 

Møguligu broytingarnar verða eftir ætlan framdar áðrenn parliamentsvalið og lokalvalini, ið verða hildin í Týsklandi í næsta ár.