Týskland sparir fólk

Mikukvøldið spæla Týskland og Danmark venjingardyst í fótbólti.

Undan dystinum er tað greitt, at týskarar fara at spara fleiri av sínum stuðulsspælarum. Venjarin, Joachim Løw, sigur, at hann vil royna yngri spælarar í dystinum ímóti dønum. Roknað verður tí við, at spælarar sum Ballack, Lahm, Podolski, Schweinsteiger, Frings, Lehmann og Schneider ikki fara at spæla. Ístaðin fáa yngri spælarar kjansin at vísa síni evni fyri týska landsliðsvenjaranum.