Týskland spældi sum børn í verjuni

Týsku vertirnir fingu góða byrjan í HM-endaspælinum. Teir skoraðu fýra mál ímóti Costa Rica, men avdúkaðu stórar trupulleikar í verjupartinum. Póland var tikið á bóli

HM BÓLKUR A

Setanardysturin í HM-endaspælinum gjørdist meira undirhaldandi, enn hesir dystirnir plaga at vera. Heili seks mál vórður skotin í dystinum, sum vertstjóðin Týskland vann 4-2.
Týskararnir hava havt misjøvn úrslit undan endaspælinum, men teir fingu góða byrjan við sigrinum á Costa Rica, sum verður mett millum veikaru liðini í kappingini.
Týskarar kunnu fegnast um, at teir skaptu nógvar kjansir og skoraðu fýra mál, men teir kunnu ikki verða serliga fegnir um verjupartin, har teir avdúkaðu stórar trupulleikar.
Barnafeilirnir í verjupartinum vóru av slíkum slag, at tað er undranarvert, at teir kunnu henda á so høgum stigi. Costa Rica fekk eisini tvey mál burtur úr, tá ið týsku verjuspælararnir ikki dugdu at verja, og verjuparturin kann gerast hælsinan hjá Týsklandi í dystum ímóti sterkari tjóðum enn Costa Rica.
Hin dysturin í bólki A endaði ikki soleiðis, sum tey flestu høvdu roknað við frammanundan. Pólland spældi ímóti Ecuador, og tað var Ecuador sum vann dystin 2-0.