Týskland skyldar eisini nógv

Tað almenna Týskland hevur eisini skuld at dragast við. Ein uppgerð frá oktober vísir, at tá svaraði tann almenna skuldin til meiri enn 80 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu í 2010. Hetta er langt oman fyri hámarkið hjá ES, sum er 60 prosent.

Uppgerðin hjá týsku hagstovuni vísir, at í oktober skyldaði tað almenna Týskland 2.028 milliardir evrur, um skuldin hjá statinum, landspørtunum og kommununum verður løgd saman. Hagstovan sigur, at staturin skyldar 1.289 milliardir evrur, landspartarnir 610 milliardir og kommunurnar 129 milliardir.

Hóast tann týska skuldin er stór, er hon lutfalsliga væl minni enn skuldin hjá øðrum londum. Eitt nú svarar tann almenna skuldin í Italia til 120 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu í fjør.