Týskland skal hava meiri kjarnorku

At Týskland fær eina nýggja borgarliga-liberala stjórn fer at síggjast aftur á fleiri økjum. Hóast stórt hall í tí almenna húsarhaldinum hava teir borgarligu lovað fólki skattalætta, samstundis sum heilsuverkið og skúlaverkið skulu nýskipast.

Eisini á tí arbeiðsmarknaðarpolitiska økinum verða broytingar, sum millum annað skulu geva arbeiðsgevarum betri møguleikar at koyra fólk til hús. Eisini orkupolitikkurin verður ein annar, tí við teirri nýggju leiðsluni fer Týskland at leggja seg eftir at brúka meiri kjarnorku til at nøkta tann stóra orkutørvin, skrivar DPA.

Politiskir eygleiðarar í Berlin siga, at talan er ikki bara um eina nýggja stjórn í Týsklandi, men eisini um eina nýggja politiska kós.