Týskland hevur við sigri á Portugal í kvøld lagt seg á odda saman við Danmark í bólki B. Dysturin var lítið hendingaríkur og endaði við einum 1-0 sigri til Týskland. Mario Gomez skoraði einsamall málið
Týskland byrjaði við Mario Gomez í álopinum, meðan Nani og Cristiano Ronaldo gingu á odda fyri Portugal. Fyrri hálvleikur var lítið hendingaríkur. Nærmast at skora var miðverjin hjá Portugal, Pepe. Eftir hornaspark plaseraði hann bóltin í sjálvt málhornið. Tíverri fyri hann fór bólturin í trýkantin og brast niður á sjálva málstrikuna.
Søgan var tann sama í fyrru hálvu av seinna hálvleiki, men tjúgu minuttir fyri tíð bragdaði hjá Týsklandi. Bólturin kom innfyri úr høgru og inni í brotsteiginum stútaði Mario Gomez bóltin í kassan.
Portugal royndi at java og millum annað Cristiano Ronaldo og Varela høvdu góðar royndir á mál, men Manuel Neuer bjargaði í báðum førum.
Týskland stillaði í dag upp við yngstu manningini í einum EM endaspælið nakrantíð. Miðal aldurin var 25 ár og 120 dagar. (Infostrada)
Týskland Portugal 1-0 (0-0)
1-0 Mario Gomez, 72
Týskland: Neuer, Boateng, Hummels, Badstuber, Lahm, Khedira, Schweinsteiger, Muller, Ozil(Kroos 87.min, , Podolski, Gomez(Klose 80.min).
Á bonkinum: Wiese, Gundogan, Schmelzer, Howedes, Schurrle, Bender, Mertesacker, Gotze, Reus, Zieler.
Portugal: Rui Patricio, Joao Pereira, Bruno Alves, Pepe, Fabio Coentrao, Meireles(Varela 80.min), Veloso, Joao Moutinho, Nani, Postiga(Nelson Oliveira 70.min), Ronaldo.
Á bonkinum: Eduardo, Custodio, Almeida, Quaresma, , Ricardo Costa, Rolando, Ruben Micael, Miguel Lopes, Hugo Viana, Beto.
Dómari: Stephane Lannoy (Frakland)
Bólkur B:
Danmark - Holland 1-0
Týskland - Portugal 1-0
1.Danmark 3 +1
2.Týskland 3 +1
3.Holland 0 -1
3.Portugal 0 -1