Týskland hevur steðgað vápnasøluni til Ísrael

Týska stjórnin hevur teir seinastu mánaðarnar sýtt fyri at lata týskar fyritøkur selja Ísrael vápn.

TÝSKLAND

Myndugleikarnir í Berlin hava ikki grett eitt orð um avgerðina, men ísraelska verjumálaráðið váttar fyri blaðnum Financial Times Deutschland, at Týskland hevur steðgað vápnasøluni hagar.

Sambært blaðnum hava myndugleikarnir sýtt týskum fyritøkum útflutningsloyvi, tá talan hevur verið um hernaðarútgerð ella eykalutir til Ísraels. Talan hevur m. a. verið um vápn, hernaðarakfør ella ymsar lutir, sum hava við herútgerð at gera.

Financial Times Deutschland sigur seg hava fingið at vita, at ísraelsmenn hava biðið um eykalutir til stríðsvognarnar av sløgunum Merkava-3 og Merkava-4, sum verða hildnir at vera teir bestu í heiminum. Ísraelski herurin hevur nógvar stríðsvognar av hesum slagnum, og fleiri teirra hava verið at sæð í teimum palestinsku býunum á Vestara Áarbakka seinastu dagarnar, men har hevur tað víst seg, at teir vápnaðu palestinararnir vóru førir fyri at oyðileggja tveir teirra. Hetta hevur sambært blaðnum skelkað ísraelska herin, sum helt, at einki kundi steðga stríðsvognunum av hesum slagnum.

Talskvinnan hjá ísraelska verjumálaráðnum, Rachel Naibik-Aschkenazi, sigur við týska blaðið, at ísraelska stjórnin hevur spurt týska uttanríkisráðharran, Joschka Fischer, hví vápnahandilin er steðgaður, men hevur ikki fingið svar.

Sambært talskvinnuni uppfatar ísraelska stjórnin hetta sum eina týska roynd at gera enda á tí higartil góða hernaðarliga samstarvinum millum Týskland og Ísrael. Hetta samband hevur í mong ár verið mett sum eitt slag av einum týskum endurgjaldi fyri tað, sum hendi undir seinna heimsbardaga.