Týskland fingið nýggjan forseta

Týski samveldisdagurin valdi í dag tann 72 ára gamla fyrrverandi prestin Joachim Gauck til týskan forseta. Av teimum 1.240, sum høvdu atkvøðurætt, atkvøddu 991 fyri honum.

Joachim Gauck tekur við eftir Christian Wulff, sum noyddist at fara frá herfyri eftir skuldsetingar um korrupsjón.

Joachim Gauck er ættaður úr tí gamla Eysturtýsklandi. Tað er Angela Merkel, samveldiskanslari, eisini. Hann er sum nevnt fyrrverandi prestur, og hon er prestadóttur.

Ein meiningakanning hjá sjónvarpinum ARD vísir, at 80 prosent av týska fólkinum eru fegin um tann nýggja forsetan.