Týskland fekk bara javnt

Týsku heimsmeistararnir megnaðu ikki at vinna ímóti Póllandi í kvøld.

 

Týskland rann í kvøld inn í fyrsta lítla vónbrotið í EM, tá ið tað ikki eydnaðist teimum at vinna ímóti Póllandi. Dysturin endaði við málleysum javnleiki.

 

Tað vóru favorittarnir úr Týsklandi, sum vóru mest á bóltinum, men størsta málmøguleikan átti Pólland. Tað var nøkur sekund inn í seinna hálvleik, tá ið Arkadiusz Milik var púra leysur, men ikki fekk nóg nógv undir stútaran.

 

Týskland royndi seg við at seta André Schürrle og Mario Gomez inn á vøllin, men lítið hjálpti – Pólland reið stormin av og fekk eitt frálíkt stig við sær umvegis 0-0-javnleik.

 

Úrslitið merkir, at Týskland og Pólland nú eru jøvn á fyrsta plássi í bólki C við fýra stigum. Norðurírland hevur trý stig, meðan Ukreina einki stig hevur.

 

Síðsta og avgerandi umfar í bólki C verður spælt týsdagin. Tá spæla Týskland og Norðurírland, meðan Pólland og Ukreina hittast í hinum.