Týskland er besta liðið í Evropa

Týskland er evropiskur meistari í U21 fótbólti hjá monnum.

 

Tað hendi í gjár, tá teir vunnu finaluna 2-1 á Spania.

 

Hetta er aðru ferð, at Týskland vinnur meistaraheitið. Fyrru ferð var í 2009.

 

Týskland vann sína hálvfinalu móti Onglandi. Tað mátti tó brotssparkskapping til og Spania vann sína hálvfinalu 3-1 á Italia.

 

Endaspælið var spælt í Póllandi.