Týskland er í aldudali

Hóast teir eru sjálvsagdir favorittar ímóti Føroyum, so heldur Rudi Völler, at tað eru tjúgu ár síðani, at tað kundi tosast um, at dystir vóru vunnir undan dystarbyrjan

Hóast týskarar í summar vóru í finaluni í HM endaspælinum, so verður spurningur settur við, hvussu væl Týskland í løtuni er fyri í fótbólti. Víst verður m. a. á, at Bayern München hongur í klønum tráði í Europa Cup fyri meistarar. Eftir at helmingurin av dystunum í innleiðandi umfarinum eru spældir, er Bayern so spert, at teir skulu vinna allar tríggjar dystirnar, sum eru eftir, um teir skulu sleppa í næsta umfarið, sum teir higartil hava verið við í hvørja ferð
Bayer Leverkusen er aftast í sínum bólki, meðan Borussia Dortmund er á veg í millumumfarið. Í fjør misti Týskland eitt av fýra plássum í europeisku meistarakappingini, tí úrslitini høvdu ikki verið nóg góð.


Lítið sannførandi
Fríggjakvøldið fyrireikaði týska landsliðið seg til dystin ímóti Føroyum í annaðkvøld. Teir spældu venjingardyst í Bosnia. Tað gekk ikki meiri enn passaligt hjá týskarunum, sum ikki vóru óhepnir at røkka 1-1. Venjarin Rudi Völler ? Rudi Riese ella Rudi tann Stóri, sum týskararnir altíð nevna hann ? var ikki nøgdur við spælið, sum hann í 1. hálvleiki segði hevði verið vánaligt.
? Hetta var ikki sannførandi. Onkur sigur kanska, at mótstøðan mikukvøldið ímóti Føroyum verður lítil, og at tað harvið verður lætt hjá okkum at vinna og tað stórt, men tann tíðin er 15-20 ár burtur, tá smáu fótbóltstjóðirnar høvdu tapt undan dystinum ímóti stórum tjóðum sum eitt nú Týsklandi.
Týskarar halla sær at, at fleiri av góðu spælarunum ikki vóru við í Bosnia. Michael Ballack, sum er høvuðsálitið á miðvøllinum, var sjúkur, og arbeiðshesturin Dietmar Hamann var skaddur.Ungu og evnaríku spælararnir Christoph Metzelder og Christian Ziege vóru skaddur.
Í HM endaspælinum í summar vann Týskland 8-0 á Saudi Arabia. Uttan mun til, hvat lið teir senda á vøllin í annaðkvøld, so verða teir stórfavorittar ímóti Føroyum. Tað heldur Henrik Larsen eisini.
? Vit høvdu ongan mann í Bosnia. Vit fyrireikaðu okkum til dystin í Litava leygardagin, og eg veit eisini, hvat týskararnir standa fyri. Tað vístu teir í 2-0 sigrinum í Litava 7. september, staðfestir venjarin hjá føroyska landsliðnum.