Týskland best umtókt í verðini

Hóast týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, er blivin sjálv ímyndin av skerjingum og sparingum í Europa, hevur hennara Týskland sett seg á trúnuna sum heimsins best umtókta land.

Í árligu kanningini hjá BBC, sum millum annað spyr eftir, hvussu umtókt lond eru, verða 26.000 menniskju kring allan knøttin biðin um at styrkismeta 16 útvald lond.

Av teimum, sum eru spurd í nýggjastu kanningini, siga 59 prosent, at Týskland hevur bestu globalu ávirkanina, hóast krepputyngdir og sparitroyttir grikkar – sum einki er at siga til – ikki eru heilt samdir.

Av londunum í kanningin endar Iran niðast, tí bara 15 prosent av teimum túsundtals spurdu halda, at Iran hevur positiva globala ávirkan.