Týskland bannar konversiónsterapi til samkynd undir 18

Týskland hevur nú sett forboð fyri sokallaðari samkyndari konversions terapi.

Konversionsterapi, ella umskapanarterapi, er eitt slag av terapi - ofta átrúnaðarlig - har endamálið er at umskapa samkyndleika til hinskyndleika.

Terapiin hevur kortini í fleiri áratíggju verið fyri sterkum atfinningum, og gransking vísir, at terapiin hava ógvislig neilig árin á tey, ið eru úti fyri henni, so depressión ella sjálvmorð.

Við nýggju lóggávuni setir Týskland forboð fyri veita líknandi terapi til ung undir 18 ár, og tey, ið bróta lógina, kunnu revast við fongsli í eitt ár ella við bót á 30.000 evrur.

Somuleiðis kunnu foreldur ella verjar eisini revsast, um tey noyða børn sína at fara undir konversiónsterapi.

Konversionsterapi, ið millum annað nýtir hypnosu og elektrisktan skelk, hevur einki vísindaligt grundarlag, siga serfrøðingar og andstøðingar.