Berlin: Týsku landsliðsleikararnir, og serliga venjarin Rudi Võller, fáa av at vita í tysku bløðunum hósdagin, meðan serliga føroyski málmaðurin, Jákup Mikkelsen, verður róstur. Tey bløðini, sum geva spælarunum karakter, eru samd um, at hann var besti maður á vøllinum.
Tað er ikki tað stóra, týsku bløðini gera burtur úr landsdystinum í Hannover mikukvøldið. Tey tosa mest um eyðmýking. Okkurt teirra vil fegið hava fram, at týskarar hóast alt vóru eitt mál betri enn Berti Vogts og hansara skotar.
Die Welt ger sera lítið burturúr. Ein stutt einteiga grein, har greitt verður systematiskt frá dystargongdini, og sagt verður, at longu eftir 35 minuttum byrjaðu týsku áskoðararnir at bríksla eftir sínum egnu leikarum.
Og tað gjørdist bara verri, tí tá dysturin endaði, var ein heil konsert av ónøgdum áskoðarum, sum kortini fagnaðu føroyingunum.
Der Tagesspiegel fegnast í síni yvirskrift um, at týskarar vóru eitt mál betri enn Berti Vogts, sum við sínum skotum bert kláraði javnleik 2-2.
Eingin grund at fegnast
Hóast týskarar vunnu, høvdu teir onga grund til at fegnast, staðfestir blaðið, sum vísir á, at tað var nær við, at bensinstøðarlærlingurin, Elttør, kundi syrgt fyri tí ultimativu eyðmýkingini í varaheimsmeistarunum.
Bild Zeitung staðfestir, at stólpin bjargaði Kahn, og vil so fegin greiða frá, at umleið eitt prosent av samlaða føroyska íbúgvaratalinum var í Hannover hetta kvøldið. Tað hevði í týskum tølum svarað til, at týskarar skuldu spælt fyri umleið 800.000 áskoðarum, sigur blaðið.
?Og móti endanum stóðu so allir hesir føroyingarnir og sungu tjóðsangin, sum rungaði um alt stadion
Bild gevur leikarunum karakter, og ein er, sum fær næsthægsta karakter. Tað er Jákup Mikkelsen, sum fær tvey, har eitt er hægst, ella »Weltklassse«, sum teir siga.
Eingin føroyingur er lægri enn fýra, meðan tann besti týskarin, Oliver Kahn, fær trý, og øll týska verjan fær fimm frá Bild Zeitung.
Eyðmýking
Eisini høvuðsstaðarpressan her í Berlin ger burtur úr eyðmýkingini, sum týskarum var fyri av hesum »fótbóltsdvørgunum«, sum føroyingar í hesum sambandi verða nevndir.
Berliner Zeitung skrivar í yvirksrift um alla opnuna:
»2:1! Rudi, áh tann eyðmýking«. Seinasta orðið, eyðmýking, er sett við sterkum, reyðum liti.
Og berlinarar halda enn meira um føroyska avrikið, enn Bild ger. Teir hava givið Jákupi Mikkelsen karakterin tvey, meðan allir hinir føroyingarnir - uttan undantak - hava fingið trý. Tríggir týskarar hava fingið trý, meðan restin liggur á fýra og fimm.
Berliner Zeitung veit eisini at siga, at Rudi Võller ikki heldur, at ein bert skal vinna 2-1 á føroyingum. Tað er í sjálvum sær ein revsing, sigur hann samb ært blaðnum.
Berliner Kurier staðfestir eisini, eins og øll hini bløðini, at týskarara hava onga grund til at gleðast um handan dystin. Eingin teirra spældi væl, sigur blaðið.
Háðandi látur
Eisini Berliner Kurier ger nakað burturúr, at týsku áskoðaarnir fóru at bríksla eftir leikarunum, tá ein hálvur tími var farin.
»Og tá Jákup Mikkelsen, sum aftasti maður, enntá fintaði Carsten Jancker á reyvina, var hetta orsøk til háðandi látur um alt stadion«, veit blaðið at siga frá.
Og týskarar, vit hittu beint eftir dystin, eru samdir við tí, sum blaðið skrivar. Ein teirra helt, at júst tann hendingin var sera symbolsk fyri leikgongdina ein stóran part av dystinum.
»Tað var tann øvugta verð. Pinkutjóðin í Norðurhøvum hevði europeiska stórveldið á reyvini,« staðfesti hann.
»Fínur dystur hjá tykkum«, helt maðurin í hotelmóttøkuni her í Berlin, tá vit komu higar hósdagin. »Føroyingar vildu vinna. Tað var munurin«, var hasara vísiliga niðurstøða.