Átta vesturlendskir eygnalæknar, seks týskarar og tveir amerikanarar, og tveir afghanskir sjúkrahjálparar eru funnir myrdir í einum skógi har norðuri í Afghanistan. Ein triði afghani, sum slapp við lívinum, hevur greitt løgregluni frá, at hinir tíggju vórðu settir í eina røð og síðani skotnir ein fyri og annar eftir.
Sambært løgregluni vóru eygnalæknarnir og hjálparfólk teirra á veg úr landspartinum Badakhshan til Nuristan, tá teir vórðu álopnir í skóginum.
Maðurin, sum slapp livandi frá álopinum, hevur greitt frá, at álopsmenninir lótu hann sleppa, eftir at hann hevði endurgivið fleiri brot úr koranini. Tað sannførdi eftir øllum at døma álopsmenninar um, at hann var muslimur.
Løgregluovastin í Nuristan sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at staðkendir afghanar høvdu ávarað teir vesturlendsku eygnalæknarnar ímóti at fara inn í skógin.
Amerikanska sendistovan í Kabul hevur váttað, at amerikanarar eru funnir deyðir, men týsku myndugleikarnir hava einki sagt.










