Tann 24 ára gamli Thomas Grundt og tann 29 ára gamli Mathias Hinz gistu á einum tjaldingarplássi í Laugardali í Reykjavík til tann 29. juli, men síðani hevur eingin sæð nakað til teirra. Teir høvdu ferðaseðlar við flogfari úr Íslandi seinasta vikuskiftið, men teir komu ikki á flogvøllin, skrivar Morgunblaðið.
Íslendska løgreglan, bjargingartænastan og bjargingarfeløg hava teir seinastu dagarnar leitað eftir teimum báðum týsku ferðamonnunum. Løgreglan hevur fingið at vita, at teir plaga at ferðast ímillum høg fjøll, og tí er leitingin miðsavnað í fjallalendinum. Seinasta vikuskiftið leitaði ein tyrla hjá sjóverjuni á leiðini við Vatnajøkul, og síðani hava bjargingarfeløg leitað ymsastaðni á Suðureysturlandinum, men higartil uttan úrslit.