Fyrr í kvøld gjørdist greitt at føroyski landsliðsleikarin, Jónas Tór Næs, komandi ár skiftir frá B36 til íslendska felagið, ÍBV, sum spælir í bestu íslendsku deildini.
Við in.fo sigur Jónas Tór Næs at hann ikki hevur uppsøkt møguleikan um at sleppa til Íslands, men at ÍBV øgiliga gjarna hevur vilja havt fatur á honum.
– Tað er eitt tilboð komið til B36, sum teir hava góðkent og tí havi eg fingið loyvi til at samráðast við ÍBV.
– Venjarin hjá ÍBV er tann sami sum eg hevði, tá eg spældi fyri Valur í Reykjavík, so vit kennast báðir væl. Hann hevur greitt mær frá, at felagið hevur brúk fyri mær, og tí haldi eg talan er um áhugaverdan møguleika.
Jónas Tór Næs, sum dagliga hevur arbeitt sum løgfrøðingur í Føroyum við síðuna av fótbóltinum, hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála við ÍBV. Hann sigur at alt viðvíkjandi skiftinum passar væl.
– Tíbetur passaði alt væl við skiftinum. Viðvíkjandi arbeiðinum havi eg fingið farloyvi inntil íslendska kappingin endar seint í næsta ár. So eg gleði meg bara eftir at sleppa í gongd, og nú tá eg eri við at gerast 30 ár, veit eg at hetta er helst er talan um seinasta útlendska ævintýrið hjá mær, sigur Jónas Tór Næs at enda.
Jónas Tór Næs hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri B36. Fyrsta árið gjørdist hann meistari við felagnum, og annað árið – sum ikki hilnaðist eins væl fyri felagið – vann hann heiðurin sum ársins leikari í felagnum. Jónas Tór Næs hevur spælt 48 landsdystir fyri Føroyar.