Christian R. Mouritsen skifti fyri góðari viku síðani úr HB til B36, og í Sosialinum í dag greiðir hann frá hví hann valdi at skifta til grannarnar.
- Eg havi verið í HB í fleiri ár og haldi, at eg havi brúk fyri einari nýggjari avbjóðing. Tá so B36 kom við einum tilboði, so helt eg tað ljóðaði sum ein spennandi avbjóðing, sigur Christian.
Í Sosialinum í dag greiðir Christian R. Mouritsen m.a. eisini frá hvat málið er fyri næsta ár, og hvussu hann hevur tað við landsliðnum.