Týski sendiharrin hitti løgmann

Sendiharrin er í Føroyum í samband við, at Annfinn V. Hansen verður tilnevndur týskur konsul í Føroyum Seinnapartin í dag hitti týski sendiharrin í Danmark, Dr. Johann Christoph Jessen, løgmann, Kaj Leo Johannesen.

Sendiharrin er í Føroyum í samband við, at Annfinn V. Hansen verður tilnevndur týskur konsul í Føroyum.

Løgmaður og sendiharrin skiftu m.a. orð um alheimsgerð og áleikandi fíggjarkreppuna, sigur løgmansskrivstovan.

Løgmaður fegnast um, at Týskland hevur konsul í Føroyum. Tað er ein týdningarmikil liður í at styrkja samstarv og sambond millum Føroyar og Týskland, ið er millum størstu marknaðir fyri føroyskar vørur, sigur Kaj Leo Johannesen.