Týski liðskiparin ikki nøgdur

Hóast Týskland vann ein greiðan og sannførandi 4-2 sigur á Grikkalandi í fjórðingsfinaluni í EM í gjár, so er liðskiparin hjá Týsklandi, Philipp Lahm, ikki nøgdur við avrikið hjá liðnum.

 

«Vit hava alt spælið fyrstu 10-15 minuttirnar, men megna ikki at skora ímóti einum sera verjukendur Grikkalandi. Um tú ikki skorar í slíkum støðum, so verður tað torført, sigur Philipp Lahm.

 

Philipp Lahm legði sjálvur Týskland á odda stutt fyri hálvleik. Hann tamdi bóltin væl við bringuni í vinstru. Kom framvið við einum grikka og langaði so til bóltin, sum snýtti málmannin hjá grikkum og fór í mál. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Grikkaland eftir mótálop.

 

«Vit skora fyrst og so javna teir. Millum annað tí vit ikki ansa nóg væl eftir í spælinum hjá okkum, umframt at vit spæla ov seint í løtum, sigur málskjúttin sambært uefa.com

 

Grikkaland hevði sambært Opta ikki eina tí einastu bóltnerting í týska brotsteiginum í fyrra hálvleiki.

 

«Vit skuldu komi á odda nógv fyrr í dystinum, tí tað broytur alt. Vit mugu ikki gera somu feilir í hálvfinaluni, sigur Philipp Lahm at enda.

 

Týskland skal møta antin Onglandi ella Italia í hálvfinaluni.