Týski liðskiparin hartar Ukraina

Liðskiparin á týska fótbóltslandsliðnum, Philipp Lahm, setir seg nú undir liðina á teimum, sum finnast at viðurskiftunum í Ukraina, sum í næsta mánað skal skipa fyri EM í fótbólti saman við Póllandi.

-Støðan í Ukraina viðvíkjandi demokratiskum rættindum, mannarættindum og persónligum frælsi eins væl og pressufrælsi er ikki í samsvari við mína uppfatan, sigur liðskiparin við tíðartitið Der Spiegel.

Philipp Lahm, sum dagliga spælir við Bayern München, saknar eina greiða støðutakan frá UEFA-forsetanum, Michel Platini, til, hvørja støðu tað evropeiska fótbóltssambandið hevur til framferðina hjá stýrinum í Kiev, tá tað snýr seg um mannarættindini.

-Eg haldi, at hann eigur at siga sína hugsan, og henni bíði eg spentur eftir, sigur Philipp Lahm. Sum hjá so mongum øðrum er tað serliga málið um Juliu Timosjenko, sum ørkymlar Lahm.

-Tá eg síggi, hvussu stýrið fer við henni, so er tað langt frá tí, sum eg skilji sum demokrati, sigur hann við Der Spiegel. Spurdur, um hann fer at taka í hondina á ukrainska forsetanum, Viktor Janukovitj, um tað skuldi hent, Týskland vinnur EM, svarar liðskiparin, at tað hevur hann ikki tikið støðu til enn.

-Komi eg í ta støðu, fari eg at hugsa meg væl um, sigur Philipp Lahm.