Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald: Tónleikurin leiddi hana til Føroyar

Tað týdningarmiklasta sum lækni er at fyribyrgja sjúkum heldur enn at viðgera,tá vanlukkan longu er hend, heldur Ulrike Steuerwald, sum seinastu dagarnar veruliga hevur verið í andglettinum, eftir at Sosialurin bar tey tíðindi, at hon varð meldað til fútan, hóast hon hevur avbera gott orð á sær millum foreldur at sjúklingum, hon hevur havt undir hond

 

Doktor Ulrike Steuerwald er úr Suðurtýsklandi, og hon hevur útbúgving sum barnalækni. Fyri tveimum árum síðani flutti hon úr Føroyum aftur og búsettist í Týsklandi. Nú er hon aftur í Føroyum í stutta tíð og arbeiðir við kviksilvur- og PCB-kanningum, sum hon eisini arbeiddi við, tá hon hevði fastan bústað í Føroyum.

Tá Ulrike skal lýsa, hvørja hugsjón hon hevur um læknagerningin, velur hon at lýsa hetta við eini søgu.

? Ein lækni hevði einaferð somu marru fleiri nætur uppí slag. Í dreyminum búði hann við eina á, og fólk gingu framvið ánni. Tað hendi tí altíð, at onkur datt í ánna, og so mátti læknin út at bjarga hesum fólkum, sum komu illa fyri í ánni. Tá læknin lat eyguni uppaftur var hann rennvátur í sveitta.

? Hann fekk tá knappliga eitt avbera gott hugskot. Hann skuldi heldur gera eina girðing framvið ánni. Girðingin forðaði fyri, at nakar datt í ánna, og tískil slapp hann undan at renna út í ánna at bjarga fólki í tíð og ótíð, endar Ulrike frásøgn sína.

Soleiðis metir Ulrike Steuerwald, at læknar skulu arbeiða. Teir skulu arbeiða meira við at fyribyrgja heldur enn at viðgera og standa hjálparleysir, tá vanlukkan er hend. Tá kann tað vera torførari ella ómøguligt at lekja sjúklingin.

? Jú skjótari sjúkan verður fangað, tess betri eru møguleikarnir at lekja ella at bøta um korini hjá sjúklinginum.


Til Føroya við tónleiki

Ulrike Steuerwald verður 45 ára gomul í ár. Hon er fødd í Speyer, sum liggur nær við býirnar Heidelberg og Mannheim í Suðurtýsklandi.

Hon tók prógv sum lækni á universitetinum í Freiburg í 1982, eftir at hon hevði verið í starvsvenjing í einum lítlum býi í Sveis, sum krevst fyri at fullføra útbúgvingina. Árið eftir skrivaði hon eina doktararitgerð.

Eftir hetta fór hon at arbeiða á einum barnasjúkrahúsi í Osnabrück og fór síðani á barnaneurologisku deildina á universitetssjúkrahúsunum í Gøttingen og síðani í Zürich. Ulrike sigur seg ikki dáma at vera á universitetssjúkrahúsum, tí ofta er klandur, og fólk vilja fegin koma sær fram við at nýta albogarnar.

Í 1993 kom Ulrike til Føroyar at arbeiða sum barnalækni. Hetta árið hevði Føroya Symfoniorkestur tíggju ára stovningardag, og skipað varð fyri stórari konsert. Á skránni vóru tær fýra árstíðirnar hjá Haydn.

Í sambandi við konsertina varð Willi Gohl boðin við, og hann tók nakrar tónleikarar við sær av evropeiska meginlandinum fyri at vera við í konsertini. Millum teirra var Ulrike, sum hevur vinarbond við Willi, og hon spælir violin.

Ulrike sigur, at meðan hon var her, frætti hon, at eingin barnalækni var í Føroyum. Hon varð tí biðin um at søkja hetta starvið, og hon byrjaði í 1993 á Landssjúkrahúsinum.

Um hetta mundið hevði stóð henni eisini í boði at fara til Washington, har hon kundi serútbúgva seg innan barnaneurologi.

Valið stóð millum Føroyar og Washington, og valið fall á Føroyar.

? Eg vildi heldur arbeiða sum vanligur barnalækni, har eg kann síggja nógv ymiskt enn at arbeiða sum serútbúgvin barnalækni. Í Føroyum var meira brúk fyri mær, og eg kundi vera til størri hjálp. Tí valdi eg koma hendavegin, sigur Ulrike.

? Eingin barnalækni var her frammanundan, og tí var tað ofta ov seint, tá tey sjúku børnini vórðu send niður á Ríkissjúkrahúsið til barnalækna har. Eg kundi vera við til at finna diagnosurnar skjótari enn áður.

? Tað er ikki bara ein spurningur um at bjarga lívinum hjá børnum. Tað er eisini vert at hugsa um, hvussu børnini yvirliva.


Bønarsvar

Síðan Ulrike kom til Føroyar hevur hon umframt vanliga arbeiðið sum barnalækni eisini arbeitt nógv við børnum, sum hava stofskiftisjúkur, og tað er einki at taka seg aftur í, at foreldur hava verið ógvuliga glað fyri hetta arbeiðið. Tað fingu vit at sanna á Sosialinum, tá vit bóru tíðindini um, at hon varð meldað.

? Vit hava mangan følt, at Ulrike hevur verið okkara bønarsvar, sigur Elna Nón, sum eigur ein drong, ið hevur eina álvarsama stofskiftisjúku. At hugsa sær, at ein lækni úr Týsklandi kemur til Føroyar og offrar seg fyri at hjálpa føroyskum børnum.

Hesin drongurin er ein av teimum, sum hevur sjúkuna, ið Ulrike skuldi undir at kanna.

? Tá okkara Hans Hjørleivur kom í verðina, var hann alt ov stórur á vøkstri. Eingin á føðideildini hevði tó illgruna um, at nakað var galið. Til alla lukku var Ulrike til staðar, tá hann varð føddur, og hon staðfesti beinanvegin, at hesin drongurin var alt annað enn raskur.

? Tað er eingin ivi um, at var Ulrike ikki barnalækni ta løtuna hin 17. juli í 1995, so var Hans Hjørleivur ikki á lívi í dag. Tá vit einaferð seinni skuldu á sjúkrahúsið við soni okkara, var Ulrike ikki har, men eingin kendi til hesa sjúkuna, sum drongurin hevði. Ulrike er sum heild optimala ímyndin av einum barnalækna.

Hesi orðini eiga hjúnini Grækaris Djurhuus Magnussen og Kristin Magnussen, sum siga, at Ulrike eigur lívið í soni teirra.

Ulrike sjálv heldur, at fyrimunurin við at arbeiða sum barnalækni í Føroyum er, at arbeiðið kemur altíð aftur til tín. Læknin hevur sostatt betri samband við sjúklingin, sum verður viðgjørdur.

? Tú sært altíð sjúklingin aftur og kanst meta um støðuna so hvørt,s igur Ulrike.

Tá Ulrike kom til Føroya varnaðist hon, at her vóru lutfalsliga nógv børn við eini sjáldsamari stofskiftsjúku. Hon fór undir at kanna hetta nærri, og kom fram til, at øll høvdu ættarbond við somu hjún. Tey vóru øll í familju.

Ulrike sigur seg kenna hetta fyribrigdi aftur úr Sveis, har hon arbeiddi eitt skifti. Har sást ofta í fjarskotnum bygdum, sum lógu langt uppi í fjøllunum, at títtleikin av ávísum sjúkum var ógvuliga høgur. Orsøkin er, at fólk, sum onkustaðni eru í familju, fáa børn saman. Tað sama hendir í Føroyum.

Um tað serligu sjúkuna, sum Ulrike hevur kannað í seinastuni, sigur hon, at henda sjúkan er heilt ókend alla aðrastaðni í heiminum.


Føroyingar eru náttúrufólk

Ulrike búði í Føroyum í samfull fimm ár, og hon er ógvuliga positiv um føroyingar og ta lívsáskoðan flestu okkara hava.

? Føroyingar hava enn samband við náttúruna. Tit ásanna eisini, at tit ikki eru hægsti myndugleikin í heiminum, og tað er gott. Hetta er heilt horvið, haðani eg eri ættað í Týsklandi. Fólk halda seg kunna avgera alt sjálv, og at eingin er yvir teimum. Hetta er bara ikki so.

? Til dømis kann eg nevna, at føroyingar ikki taka tað so tungt, um onkur er ov seinur, men har eg búgvi er alt á gosi, um ein avtala ikki verður hildin. Føroyingar siga bara, at tað er aftur ein dagur í morgin.

Ulrike heldur, at trupulleikin í Føroyum er, at viðurskiftini eru so smá. Tað er tí torført hjá læknum at leggja merki til sjúkur hjá børnum, sum teir als ikki kenna.

? Man kann heldur ikki vænta, at allir kommunulæknar kenna til hesar sera sjáldsomu sjúkurnar, sum eg arbeiði við, sigur læknin.

Í dag arbeiðir Ulrike á einum stórari starvsstovu í Hannover í Týsklandi. Har kanna tey blóðroyndir frá nýføðingum fyri fleiri sløg av viðføddum stofskiftisjúkum. Hon arbeiðir sostatt at kalla bara við stofskiftisjúkum.