Týskari vil ikki spæla móti Ísrael

Týski U-21 landsliðsspælarin, Ashkan Dejagah, sum til dagliga spælir fyri Wolfsburg, hevur noktað at spæla við í U-21 landsdystinum ímóti Ísrael av politiskum orsøkum.

Dejagah, sum hevur iransk foreldur, hevur valt at fylgja ráunum frá presidentinum í Iran, Mahmud Ahmajinedad, sum hevur forboðið øllum iranskum ítróttarfólkum at fara við til kappingar, har Ísrael er ein partur. Avgerðin hjá Dejagah hevur skapt politiska øði í Týsklandi. – Hetta kann ikki góðtakast. Vit mugu ikki blanda ítrótt og politikk, sigur Friedbert Pflügel frá tí konservativa stjørnarflokkinum, DCU. Týska fótbóltssambandið hevur tó valt at góðtaka avgerðina hjá Dejagah.