Tað er ikki bara í Føroyum, at avreiðingarprísirnir eru farnir at falla.
Tað gera teir eisini uttanlands.
Tað er ein orsøk til, at týski trolarin, Suzanne, kemur til Runavíkar í dag við umleið 100 tonsum av upsa.
Hann skal avreiða til Fiskavirking í Runavík.
Tað er stóra, týska reiðaríið, Kutterfisch Zentrale, ið eigur trolaran, sum fleiri ferðir fyrr hevur verið í Føroyum.
Fiskavirking sigur, at tey royna alsamt at fáa útlendskar trolarar at avreiða í Føroyum, og tað riggar viðhvørt.
Tað er serliga um summarið, meðan tað er heitt, at tað betalir seg hjá útlendskum skipum at avreiða í Føroyum.
Tað er yvirhøvur upsi, tey avreiða í Føroyum
? Hesin upsin er ikki so stórur, og teir fáa ikki so góðan prís fyri hann uttanlands, at vit ikki eru kappingarfør.
? Tað vísir seg ofta at prísbroytingar sláa rættiliga skjótt ígjøgnum uttanlands. ? Tvs, at beinanvegin fiskiskapurin er góður, fella prísirnir. Broytingar í fiskiskapinum sláa ikki líka skjótt ígjøgnum í Føroyum, og m.a. tí eru vit kappingarfør í prísinum.
Men fiskavirking leggur eisini dent á, at tey, sum arbeiða á flakavirkjunum eru so kring, at tað bøtir munandi um kappingarførið.
Á Fiskavirking nevna tey, at í mai í fjør hevði Fiskavirking sjey útlendskar trolarar í Føroyum.
Vanliga hava teir ímillum 80 og 130 tons í part.
Men tað eru ikki bara týskir trolarar, sum hava verið av útlendskum bátum.
Talan er eisini um norskar og enskar trolarar og tað er væntandi, at eisini norskir og enskir trolarar fara at avreiða her í næstum.
Teir útlendsku trolararnir, sum Fiskavirking fær hendavegin, avreiða í Runavík, ella á Tvøroyri.
Tilsamans ætlar Fiskavirking at fáa 2.000 - 3.000 av útlendskum fiski í ár.










